Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá hotellum og vallarheimum til skótadeplar, summarhús, íbúðir og ból & bita. Pláss til tjald og búvognar eru eisini í oynni. Ikki er loyvt at roykja í summarhúsum og íbúðum. Summarhús og íbúðir skullu leigast í min. 2 dagar. Summarhús og íbúðir eru góðskumett soleiðis: A Sera gott. B+ Gott. B Miðal. B- Undir miðal. C Vánaligt. |